Bakkafrost í Skotlandi 155 milliónir í avlopi

Bakkafrost í Skotlandi 155 milliónir í avlopi
Laksaprísurin í fyrsta ársfjórðingi var 31 prosent hægri enn í fjør, tí útboðið var minni
Bakkafrost í Skotlandi hevði 53 mió. kr. í halli í fjør, men í fyrsta ársfjórðingi í ár var úrslitið 155 mió. kr.
 
09.05.2023 - 08:17

Nú gongur betur hjá Bakkafrosti í Skotlandi.

Rakstrarúrslitið í Skotlandi í fyrsta ársfjórðingi var 155 milliónir krónur.

Tað var 53 milliónir krónur í halli í fjør, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivi.

Rakstrarúrslitið í Føroyum var 321 mió. kr. í fyrsta ársfjórðingi.

 

1.778 ársverk

Tøkan í Føroyum og í Skotland var 19.100 tons. Hon var 21.400 tons í fyrsta ársfjórðingi í fjør.

3,8 milliónir smolt vóru sett út í fyrsta ársfjórðingi. Hetta er í mun til 4,2 milliónir í fjør.

Laksaprísurin í fyrsta ársfjórðingi var 31 prosent hægri enn í fjør, tí útboðið var minni.

1.778 ársverk eru hjá Bakkafrosti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV