Lyra vann FM í harðari kapping

Lyra vann FM í harðari kapping
Lyra úr Ljósinum vann føroyameistaraheitið í estetiskum fimleiki við kvinnum í harðari kapping við Huldu Meliora úr Havnar Fimleikafelag. Rósan úr Støkk vann hjá unglingum
Lyra hjá Ljósinum er føroyameistaraheitið í estetiskum fimleiki við kvinnum
 
07.05.2023 - 15:43

Kvinnurnar hjá Ljósinum, Lyra, vunnu føroyameistaraheitið í estetiskum fimleiki í harðari kapping við Hulda Meliora úr Havnar Fimleikafelag.

Munurin á liðunum báðum var sera lítil, bert 0,13 stig. Lyra fekk tilsamans 45,88, meðan Hulda Meliora fekk 45,75, meðan hitt liðið hjá HF, Hulda, fekk 42,57 stig á triðja plássi.

Lyra var eisini frammanfyri eftir innleiðandi umfarið leygardagin, men munurin minkaði sunnudagin - tó ikki nóg mikið til at broyta úrslitið. 

Rósan hjá Støkk vann kappingina við kvinnuunglingum við 44,59 stigum. Bjalla úr HF fekk 43,55 stig.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. mai
RagnarRokk: Brian Zimmerman um Asylum
175241
Fríggjadag 17. mai
Breddin: Vakmyndatól í amenna rúminum
175238
Fríggjadag 17. mai
«Elska tit meg, tá haldið boð míni!»
175214
Fríggjadag 17. mai
Góðan morgun Føroyar
175236
Fríggjadag 17. mai
Morgunlestur fríggjadagur 17. mai 2024
174857
Nýggjastu sendingar í SV