Tjúgu lið kappast um FM

Tjúgu lið kappast um FM
Tjúgu lið úr fýra feløgum skulu kappast um føroyameistaraheitið, tá FM í estetiskum fimleiki verður í Havn um vikuskiftið
FM í estetiskum fimleiki verður um vikuskiftið, og 20 lið eru við
Mynd: Føroya Fimleikasamband  
 
04.05.2023 - 11:23

Hulda Meliora, Lyra og Hulda fara um vikuskiftið at kappast um føroyameistaraheitið í estetiskum fimleiki hjá kvinnum.

Beinhørð kapping var ímillum Huldu Melioru úr Havnar Fimleikafelag og Lyru úr Ljósinum, tá tær báðar steypakappingarnar vóru fyrr í ár. Tá vann Hulda Meliora, men somikið lítil munur var á liðunum, at alt kann henda sunnudagin, tá finalurnar vera.

Afturat teimum trimum liðunum við kvinnum skulu 17 lið í øllum aldursbólkum í FM-kapping í høllini á Hálsi. Tey umboða Havnar Fimleikafelag, Ljósið, Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Undankappingin byrjar leygardagin klokkan 13:00 og sunndagin klokkan 13:00 eru finalurnar. KvF sendir frá finalunum sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297