Nora vann altjóða kapping

Nora vann altjóða kapping
Pinkuliðið Nora hjá Havnar Fimleikafelag vann í gjár altjóða kappingina Eastercup í teirra bólki í estetiskum fimleiki
Nora.
 
09.04.2023 - 13:00

Pinkuliðið Nora hjá Havnar Fimleikafelag vann í gjár altjóða kappingina Eastercup í teirra bólki í estetiskum fimleiki, sum varð hildin í danska býnum Greve um vikuskiftið.

Eftir innleiðandi kappingina fríggjadagin lá Nora trygt á fyrstaplássinum og tað sama í gjár. Hetta gjørdist nóg mikið til eitt sannførandi fyrstapláss, skrivar Havnar Fimleikarfelag.

Eisini tvey av trimum liðum hjá Ljósinum vunnu tvey heiðursmerki í Eastercup-kappingini.

Kvinnur Lyra vunnu teirra bólk, og smágentur Norma vunnu annað plássið í teirra bólki, skrivar Ljósið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV