Útilív

Útilív: Gongutúrar (3:3)
20-04-2023

Summarið nærkast, og nógv gleða seg til feriur í suðurlondum. Men hjá teimum, ið ikki ætla sær so langa leið í summar, er ein rúgva at uppliva í Føroyum. Gongutúrar í haganum, tjalding ella sílaveiða kann vera minst líka minnisríkt fyri børnini sum túrar til Mallorka. Tað týdningarmesta er at uppliva okkurt saman. Afturat tí er útilívið gott fyri bæði kropp og sinn. Men hvussu ger mann? Hvat skal til, og hvar fer mann? Hetta er sjálvandi ikki so lætt at byrja við, men í trimum sendingum fara vit at vísa á ymiskar mátar at njóta útilívið. Lagt til rættis: Jónfinn Stenberg og Jens Jákup Hansen.

Útilív

Summarið nærkast, og nógv gleða seg til feriur í heitari londum. Men hjá teimum, ið ikki ætla sær so langa leið í summar, er ein rúgva av upplivingum, sum bíða eftir teimum beint her í Føroyum.

Gongutúrar í haganum, tjalding ella sílaveiða kann vera minst líka minnisríkt fyri  familjuna sum túrar til Mallorka. Og so er útilívið gott fyri bæði kropp og sinn.

Men hvussu gert tú? Hvat skal til, og hvar kanst tú fara? Hetta er sjálvandi ikki so lætt at byrja við, men í trimum sendingum fara vit at vísa á ymiskar mátar at njóta útilívið.