Taka ímóti fyrstu gestunum í heyst

Taka ímóti fyrstu gestunum í heyst
Hotel Atlantic, sum rekur hotellvirksemið hjá Atlantic Airways, fer eisini at reka hotellið í Vágum
Hotellið í Vágum letur uppaftur í heyst við nýggjum eigarum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.03.2023 - 17:59

Eitt dótturfelag hjá Atlantic Airways hevur í dag keypt Hotel Vágar frá Gist og Vist-samtakinum. 

Hotel Atlantic, sum rekur hotellvirksemið hjá Atlantic Airways, fer eisini at reka hotellið í Vágum. 

 

Niels Mortensen er nevndarformaður í Atlantsflogi.

 

Nógv hava roynt seg við hotellvirksemi í Vágum, men Niels Mortensen, nevndarformaður í Atlantsflogi, sigur seg vera vísan í, at felagið fær gistingarhúsið at bera seg, tí nógv ymiskt virksemi er knýtt at flogfelagnum. 

Hotel Vágar, sum hevur 25 kømur, verður nú umvælt, og ætlanin er at taka ímóti fyrstu gestunum í oktober. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

30032023_Niels_um_hotellkeyp

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373