Kendir føroyingar

Kendir føroyingar: Thorstein Petersen
25-01-2018

Thorstein Petersen avrikaði meira enn tey flestu. Í 1940-árunum tók hann á seg týðandi uppgávur á øllum mótum og gjørdist oddviti í politiskari og vinnuligari tjóðarbygging í Føroyum. Hann tók stig til nýggja Sjóvinnubankan, og sum stjóri í honum setti hann sær fyri at fíggja stóru íløgurnar í fiskivinnuni í 30- og 40-árunum.

Hann var tann sterki maðurin í tí nýggja Fólkaflokkinum, sum eftir fáum árum var størsti flokkur á tingi. Hann gjørdist undir krígnum harðasti mótstøðumaðurin hjá bæði amtmanni og bretska hersetingarvaldinum. Tað leikaði so hart á, at amtmaður og bretski konsulin ætlaðu at taka hann av ræði og møguliga flyta hann av landinum. Í samráðingunum við danir eftir krígslok um nýggja stjórnarskipan var hann aftur í broddi fylkingar. Hann er stóri sigursharrin á bæði løgtings- og fólkatingsvalunum hesi árini.

Arbeiðsorkan er øgilig; hann er um somu tíð bæði floksformaður, løgtingsformaður, landsstýrismaður, fólkatingslimur, bankastjóri, sakførari, vinnulívsmaður, norskur konsul o.a.

Eftir stóran framburð øll 40-árini bráðvendist búskapargongdin fyrst í 50-árunum. Tann váðafúsi Sjóvinnubankin kollsiglir. Sum stjóri verður Thorstein ímyndin av stóra banka- og samfelagskrædlinum. Harði dómurin í Landsrættinum tekur fast. Thorstein fær fongulsdóm og missir rættin at virka sum sakførari. Hann fer frá sum landsstýrismaður og fólkatingslimur. Nú byrjar strev hansara fyri persónligari og politiskari uppreisn.

Best sum hann eftir drúgt stríð hevur endurvunnið mistu rættindini, rámar óeydnan aftur við lemjandi megi.

Lagt til rættis: Suni Merkistein  

Kendir føroyingar

Sendirøð um kendar føroyingar.

- føroysk dokumentarur í røðini um kendar føroyingar
10-11-2016
Sjónvarpssendirøð um kendar føroyingar. Sendingin um Ova er tann fyrsta.
29-09-2016
  •