Kendir føroyingar

Kendir føroyingar: Kjølbro
12-10-2017
Kjølbro bygdi upp ta størstu og mest fjølbroyttu vinnufyritøkuna í Føroya søgu.

Tá hon var størst - í 1950 árunum, hevði hann útvið 1200 fólk í arbeiði. Hann megnaði sum tann einasti at styrkja um sítt handilsvirksemi undir kreppunum í tríati- og fimtiárunum, tá so nógvar aðrar handilsfyritøkur máttu repa seglini ella snara lykilin um.

Klaksvíkingurin var í áratíggju slóðbrótandi innan trolaravinnuna og handilsvinnuna, og hann var við til at menna Klaksvík til fremsta fiskivinnupláss í landinum. Stóra valdið elvdi tó eisini til misnøgd við Kjølbro familjuna, sum av álvara kom undan kavi undir Klaksvíksstríðnum.

Um hetta mundið rindaði Kjølbro meira enn 10 miljónir krónur í lønum og hýrum. Almenna fíggjarlógin var 15 miljónir, umframt 10 miljónir í ríkisveiting. Fá ár seinni ridlaði alt, men fyritøkan var í roynd og veru ov stór at fara á húsagang. Danska stjórnin kom tí upp í leikin.

Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen. Upptøkur og klipt: Bjarni Árting Rubeksen.

Kendir føroyingar

Sendirøð um kendar føroyingar.

- føroysk dokumentarur í røðini um kendar føroyingar
10-11-2016
Sjónvarpssendirøð um kendar føroyingar. Sendingin um Ova er tann fyrsta.
29-09-2016
  •