Kendir føroyingar

Kendir føroyingar: Hans Jákup Højgaard
05-01-2017
Dokumentarsending um Hans Jákup Højgaard, kórgandakallin av Toftum

Løgini hjá Hans Jákup Højgaard verða sungin allastaðni har føroyingar savnast til gaman og álvara. Við árunum eru tey vorðin partur av føroysku fólkasálini.

Lærarin av Toftum var tann stóri kórgandakallurin í Føroyum í 20. øld. Í fýrati og fimtiárunum varð hann dyrkaður, sum eitt idol. Men Hans Jákup Højgaard hevði eitt trupult sinnalag, og hann var ikki 60 ára gamal, tá hann segði kórið frá sær.

Tá hann var eldri raktu ólukkurnar hann meint. Samstundis var tað sum um tíðin fór frá honum. Hann skrivaði framvegis løg, men eitt ávís troystarloysi hómaðist á ellisárum.

Lagt til rættis: Ivan Hentze Niclasen. Fotograferað og klipt: Hallur E. Thomsen.

Kendir føroyingar

Sendirøð um kendar føroyingar.

- føroysk dokumentarur í røðini um kendar føroyingar
10-11-2016
Sjónvarpssendirøð um kendar føroyingar. Sendingin um Ova er tann fyrsta.
29-09-2016
  •