Aron og Astrið stóðu seg best

Aron og Astrið stóðu seg best
Aron D. Jacobsen og Astrið N. Breckmann vóru best í steypakappingini í amboðsfimleiki, sum var í Bylgjuni í Runavík um vikuskiftið
Aron D. Jacobsen var ofta ovast á sigursskamlinum í steypakappingini
Mynd: Jón K. Joensen  
 
19.03.2023 - 16:06

Aron D. Jacobsen úr Havnar Fimleikafelag var best hjá monnum í steypakappingini í amboðsfimleiki, sum var í Bylgjuni um vikuskiftið.

Hann vann sannførandi í beinsveiggi, ringum og paralellari barr. Teitur K. í Hjøllum - eisini úr HF - vann eisini tríggjar kappingar, men á gólvi og í reck var hann einasti luttakarin. Í lopi vann hann tepurt á Torleivi Christiansen úr HF.


Astrið best hjá kvinnum

Astrið Nanly Breckmann úr Havnar Fimleikafelag vann ikki óvæntað mest hjá kvinnunum. Hon vann á gólvinum og á bitanum ímóti Gunnvá Mørkøre (HF) og Sesiliu Biskopstø úr Støkk, sum fór avstað við sigrinum í lopi.

Kia Højgaard úr HF vann allar kappingarnar hjá kvinnuunglingunum, meðan Bjarki Johannesen (HF) var einasti luttakari hjá mansunglingunum. 


Astrið Nanly Breckmann vann mest hjá kvinnunum
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV