“Heartist” frumsýndur í morgin

“Heartist” frumsýndur í morgin
Nýggi heimildarfilminum “Heartist”, sum er um listakvinnuna, Sigrun Gunnarsdóttir, hevur heimsfrumsýning í Keypmannahavn í morgin.
Sigrun Gunnarsdóttir
Mynd: Birgir Kruse  
 
18.03.2023 - 17:51

Heimsfrumsýningin verður á filmsfestivalinum CPH:DOX, har filmurin kappast í bólkinum Nordic:Dox Award.

Tað eru Marianna Mørkøre og Beinta á Torkilsheyggi, ið hava leikstjórnað filmin.

Rógvi Per Rasmussen hevur filmað og Ólavur Jákupsson gjørdi tónleik og ljóðmynd, og animatiónirnar hevur bretska Katy Beveridge gjørt.

Í Føroyum verður filmurin frumsýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio tann 5. apríl, har samrøða og spurningar verða til leikstjórarnar og høvuðspersónin eftir sýningina.

Eisini verður filmurin sýndur í Løkshøll í Runavík tann 11. apríl og í Salt á Drelnesi tann 12. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216