Amboðsfimleikarar kappast

Amboðsfimleikarar kappast
Steypakappingarnar í amboðsfimleiki eru í Bylgjuni í Runavík um vikuskiftið.
Mynd: Jón K. Joensen  
 
18.03.2023 - 10:33

Tilsamans eru 73 børn og ung meldað til steypakappingarnar, og koma tey úr Havnar Fimleikafelag, Støkk, Ljósinum og Flog.

Tey løgdu til brot nú klokkan 10 við kvinnuunglingum, kvinnum, mansunglingum og monnum, og so verður hildið fram bæði í dag og í morgin.

Amboðini, sum yngru liðini kappast í í dag, eru á kvinnusíðuni lop og forskotin barr, og á mannfólkasíðini gólv, ringar og beinsveiggj.

Og í morgin verður á kvinnusíðuni kappast á bita og gólvi, og á mannfólkasíðuni í lopi, paralellari barr og rekk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831