Gilli flytur heim at spæla við barndómsfelagnum TB

Gilli flytur heim at spæla við barndómsfelagnum TB
Fótbóltsfepur valdar á Tvøroyri, nú tað er greitt, at landsliðsleikarin Gilli Rólantsson Sørensen hevur skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið
Eftir 10 ár sum yrkisleikari í útlandinum, so flytur Gilli Rólantsson Sørensen heima aftur til barndómsfelagið TB at spæla
 
15.03.2023 - 17:21

"GILLI ER KOMIN HEIM!!! Ja, tit hoyrdu rætt, hóast tað líka skal sodna eina løtu!"

Soleiðis skrivar TB á sínum Facebook-vanga í dag, nú felagið kann kunngera, at landsliðsleikarin Gilli Rólantsson Sørensen hevur skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið. 

30 ára gamli Gilli Rólantsson Sørensen, sum seinastu mongu árini hevur spælt í norskum fótbólti, er ein av royndastu leikarunum í føroyskum fótbólti.

 

Fekk debut sum 17 ára gamal

Gilli var einans 17 ára gamal, tá hann í 2009 spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá TB.

Talan var um ein dyst í kappingini um Løgmanssteypið, sum TB vann 6-0, og tvey av málunum skoraði tannáringurin úr Trongisvági. 

Gilli Rólantsson Sørensen er higartil skrásettur fyri 60 dystir og 22 mál fyri TB. 

Síðani Gilli fór úr TB, so hevur hann spælt við B36 í 2013 og danska AaB frá 2014 til 2016, áðrenn leiðin gekk til Brann Bergen í bestu norsku deildini. Har spældi Gilli fram til 2021, áðrenn hann skifti til Odds BK. 

Gilli Rólantsson Sørensen er skrásettur fyri 60 A-landsdystir. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta í Gøtu kirkju.
175298
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297