Tá Grønland bjargaði Føroyum

Helvtin av føroyska útflutningsvirðinum kom úr Grønlandi (1:6)
16-04-2024
Í fyrsta parti tosa vit við Erling Isholm, Elvinu Dahl Lauritsen, Mayfinn Norðoy, Marionnu Simonsen, Kaj Egon Fagraberg og hoyra brot úr savninum

Frá 1934 til fyrst í 1970-árunum fóru nógvir føroyingar til Grønlands at rógva út, og hetta fjølbroytta virksemi hevði alstóran týdning fyri føroyska búskapin og fyri menningina av føroyska bátinum, snelluni og føroysku flakavinnuni yvirhøvir.

Í seks sendingum fara vit at viðgera hendan forvitnisliga partin av føroyskari vinnulívssøgu, og tað gera vit við frásøgnum frá fólki, ið vóru haryviri, samstundis sum vit eisini seta hetta í eitt søguligt perspektiv. Vit leita eisini í kringvarpssavnið, og fara harumframt at fregnast um ætlanina um eitt søgusavn í Miðvági, sum skal lýsa føroyska útróðurin í Grønlandi. Og so nema vit eisini leysliga við aðrar tættir, tá ið talan er um føroyska fiskivinnu í Grønlandi.

Hesa ferð skifta vit orð við Erling Isholm, søgufrøðing, um tíðarskeiðið fyri Seinra heimsbardaga. Vit tosa eisini við Mayfinn Norðoy, arkitekt, og Marionnu Simonsen, hvørs mammubeiggi var navnframi bátabyggjarin Hans Kristoffer Hansen, vanliga nevndur Stoffa, eins og vit eisini fáa orðið á Kaj Egholm.

Tá Grønland bjargaði Føroyum

Grønland hevur mangan roynst føroyingum væl, og í fleiri ár var meiri enn helvtin av føroyska útflutningsvirðinum fiskað í Grønlandi. Vit fara í seks útvarpssendingum at viðgera grønlandsútróðurin, ið er ein týðandi og forvitnisligur partur av føroyskari vinnulívssøgu. 
Elvina Dahl Lauritsen: Klokkan 6 á morgni byrjaði dagurin við at kóka havragreyt til einar 80-90 mans. Eisini hitta vit Jógvan Arge, Jóan Petur Clementsen og Jon Sigurd Hansen
29-04-2024
Eigil Rasmussen sigur okkum um dramatiska hending, ið honum var fyri. Og Jógvan Arge sigur okkum søguna um føroyska fiskiskapin í Grønlandi fyri kríggið
22-04-2024
Í fyrsta parti tosa vit við Erling Isholm, Elvinu Dahl Lauritsen, Mayfinn Norðoy, Marionnu Simonsen, Kaj Egon Fagraberg og hoyra brot úr savninum
16-04-2024