Fleiri ljósstýringar Norður um fjall

28.03.2024 - 11:09
Innlendis
Fleiri ljósstýringar Norður um fjall
Eftir páskir verður ein ferðslustýring sett upp afturat á vegnum til tunlarnar norður um fjall
Tað er omanfyri Ánirnar, at nýggja ljósstýringin verður

Í sambandi við vegarbeiðið á tunnilsvegnum oman fyri Ánirnar, verður nú farið undir at binda vegirnar saman, og tí er neyðugt við enn eini ferðslustýring, boðar Landsverk frá á heimasíðu sínari.

Ferðslustýringin verður standandi í góðar tríggjar mánaðir, frá týsdegnum 2. apríl til 12. juli 2024.

Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur og Hvannasundstunnilin umleið 2200 metrar,

Byggifelagið Articon ger arbeiðið, og arbeitt verður alt samdøgrið.

Sambært verklagslógini kosta tunlarnir Norður um fjall 522 mió.

Hoyrt Mortan Olsen, økisleiðara hjá Landsverki, greiða frá um nýggju ljósstýringina.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949