Ætlanirnar hjá løgmanni og landsstýri undir luppinum

02.08.2023 - 16:40
InnlendisPolitikkur
Ætlanirnar hjá løgmanni og landsstýri undir luppinum
Aksel V. Johannesen, løgmaður, afturvísir staðiliga uppáhaldinum hjá Sambandsflokkinum um, at tað er Tjóðveldi og Høgni Hoydal, ið stýra samgonguni
Aksel V. Johannesen, løgmaður, ólavsøkudag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Í dag hevur løgtingið viðgjørt frágreiðingina, sum løgmaður gav løgtinginum ólavsøkudag. 

Tingfundurin byrjaði klokkan 10 fyrrapartin. 

Fíggingin av øllum tí, sum varð nevnt í ólavsøkurøðuni hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, hevur verið høvuðsevnið.

Løgmaður lovaði á ólavsøku, at fíggingin finst til øll lyftini í ólavsøkurøðu síni.

Bárður á Stein Nielsen, formaður í Sambandsflokkin, hevði at løgmanni, fyri at hava givið Høgna Hoydal og Tjóðveldi buktina og báðar endarnar í samgongusamstarvinum. 

Eitt nú skal ríkisveitingin skerjast, og so ræður Høgni Hoydal einsamallur uttanríkispolitiskaøkinum, har hann setir trygdina í Føroyum í vanda, tvíhelt fyrrverandi løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, um.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, vísir hesum staðiliga aftur. 

Hoyr samrøðuna sum Rebekka Manuela Behrens hevði við Aksel V. Johannesen, løgmann, í tíðindunum á døgurða. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216