Hoydalar brúkast til kvøldskúla

04.11.2022 - 17:23
InnlendisSamfelag
Hoydalar brúkast til kvøldskúla
Kvøldskúlin skal halda til í Hoydølum. Tað ætlar borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, nú land og kommuna hava gjørt avtalu um keyp av gamla studentaskúlanum
Tórshavnar kommuna ætlar at brúka gamla Studentaskúlan í Hoydølum til kvøldskúla
Mynd: Hallur E. Thomsen  

"Hugsandi er at kvøldskúlin skal halda til í Hoydølum."

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum hevur skrivað undir avtalu við Uttanríkis- og mentamálaráðið um sínamillum býti.

Tórshavnar kommuna fær lendið við gamla studentaskúlanum í Hoydølum, umframt eitt øki í Marknagili, sum kommunan lat Fróðskaparsetrinum fyri meira enn 30 árum síðani.


Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn (Mynd: Bjarni Á. Rubeksen)

 

Mentamálaráðið fær økið á Frælsinum, har virksemið hjá Føroya Læraraskúla og Venjingarskúlanum hevur verið. Har skal landið byggja skúlaøki - eitt kampus - til Fróðskaparsetrið.

Avtalan gongur upp fíggjarliga, sigur borgarstjórin. 

Partur av avtaluni er eisini, at Fróðskaparsetrið fer úr Sjóvinnuhúsinum. Ætlanin er at savna alla fyristingina hjá Tórshavnar kommunu í Sjóvinnuhúsið, og væntandi byrjar fyrisitingin at flyta inn í Sjóvinnuhúsið fyrst í næsta ári.

Ætlanirnar við gamla studentaskúlanum eru ikki samtyktar í býráðnum, men tað er hugsandi, at kvøldskúlin skal halda til í Hoydølum. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Bolero - Frantz Schubert
174280
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta í Fuglafjarðar kirkju.
174276
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178