Ein triðingur av veljarunum á Hellunum situr í valstýrinum

bannari
31.10.2022 - 18:16
Innlendis
Ein triðingur av veljarunum á Hellunum situr í valstýrinum
Næstminsta valstaðið í Føroyum er á Hellunum, har 12 fólk hava valrætt. Fýra teirra sita í valstýrinum. Tórður Mikkelsen var á gátt seinnapartin.
Valstýrið á Hellunum, sum telur fýra fólk. Tað eru einans 12 veljarar á Hellunum, og avmyndaða valstýrið telur tí 33 % av øllum veljarunum.
Mynd: Tórður Mikkelsen  

Á næstminsta valstaðnum í landinum hevur lagið verið gott í dag. Sum nakað serligt, so fer valið fram í Bønhúsinum á Hellunum. Men tað ávirkar ikki valið, sigur ein smílandi Jórun Eið Johannesen, sum er forkvinna í valstýrinum á Hellunum, við Tórður Mikkelsen, sum var á gátt seinnapartin í dag. 

Í 1993 var bygt upp í bønhúsið, sum síðani hevur húsað valunum í bygdini. Áðrenn hetta var  farið á val í einum sethúsum í bygdini. 

Næstminsta valstað í landinum

Á Hellunum hava einans 12 fólk valrætt. Og tískil er valstaðið landsins næstminsta. Tað er bara í Hattarvík, at færri fólk hava valrætt. Í Hattarvík hava 10 fólk valrætt. 

Í valstýrinum á Hellunum eru tey fýra fólk. Sostatt sita 33% av veljarunum á Hellunum á myndini omanfyri. 

Bíða at sleppa á val

Limirnir í valstýrinum skulu síðst á val. Og tá Tórður var á gátt seinnapartin, høvdu fýra fólk longu verið á vali. 

- 33 prosent hava valt, og so mangla bara 33 prosent at velja, tí vit telja jú 33 prosent, sigur Jórun Eið Johannesen, sum tó ikki torir at meta um valluttøkuna. 

- Nei, valluttøkan plagar ikki at vera 100 prosent. Tað er altíð onkur, sum ber seg frá, sigur forkvinnan í valstýrinum á Hellunum. 

Tórður Mikkelsen vitjaði á Hellunum seinnapartin. Samrøðuna kanst tú hoyra omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831