Javnaðarflokkurin til reiðar at slíta fiskivinnusamstarv

bannari
24.09.2022 - 16:58
InnlendisPolitikkur
Javnaðarflokkurin til reiðar at slíta fiskivinnusamstarv
Um stóru londini í vesturheiminum mæla til at steðga fiskivinnusamstarvinum við Russland, so er Javnaðarflokkurin við

Um tey stóru londini í vesturheiminum mæla Føroyum til at slíta alt fiskivinnusamstarv við Russland, so er Javnaðarflokkurin til reiðar at taka undir við hesum og kvetta samstarvið. Hetta fer flokkurin at kunna løgmann um mikudagin, tá løgmaður hevur boðið øllum flokkum á fund at viðgera verandi handilstiltøk og fiskivinnusamráðingar, sum vera í november mánaði. Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Árni Skaale, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur annars boðað frá, at hann ætlar sær undir samráðingar við Russland. Hesa niðurstøðu er hann komin til, við at tulka lógina um tiltøk móti Russlandi, sum løgtingið samtykti herfyri.
Men hesi tulking stendur hann rættiliga einsamallur við, og millum annað hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sagt, at fiskivinnusamráðingar einki hava við handilstiltøkini at gera, sum vóru samtykt í Løgtinginum. Um samráðingar skulu vera ella ikki, er upp til samgonguna at gera av, sigur Jenis av Rana.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774