Málteigurin: Falstíðindi er eitt gott orð

31.08.2022 - 08:30
Lívsstílur
Málteigurin: Falstíðindi er eitt gott orð
"Fake news" eitur falstíðindi á føroyskum, og tað er eitt orð, sum verður brúkt meira og meira

Um eitt orð er vælumtókt ella ikki, kann oftast metast út frá nýtsluni.

Eitt orð, sum er fallið væl til í føroyskum er falstíðindi - á enskum "fake news".

 

Orðið, falstíðindi, sigur akkurát tað sama sum ensku orðini. 

 

- Hatta er eitt ordiliga gott orð, sigur Elin Henriksen og leggur afturat, at tað er gott, at tað er í einum, og tað sigur akkurát tað sama sum ensku orðini.

elin_henriksen_malteigurin-2.jpg

Frítekst tagging: 
Caption: 
Málteigurin, Elin Henriksen

Fyrstu ferð Elin Henriksen svaraði spurningum frá lurtarunum í útvarpinum var í august mánaði 2017. Tá var tað í Máltáttinum, sum var partur av morgunsendingini.

 

Málteigurin byrjar aftur mánadagin

Málteigurin hevur verið í summarfrí síðan hálvan juni, men nú byrjar hann aftur. Mánamorgunin eftir tíðindini klokkan níggju byrjar Málteigurin aftur, og tað ber til at senda Elini spurningar her

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537