Sjúkrahúsverkið noyðist at fáa nýggja heilsuskipan

07.12.2021 - 14:19
InnlendisHeilsa
Sjúkrahúsverkið noyðist at fáa nýggja heilsuskipan
Svenska fyritøkan, sum hevur ment og rikið heilsuskipanina, hevur sagt sáttmálan upp
Neyðugt verður at finna eina nýggja heilsuskipan til sjúkrahúsverkið.

Sjúkrahúsverkið noyðist at finna eina nýggja skipan fyri talgildu heilsuskipanina, Cosmic, sum hevur verið brúkt síðani 2006.

Svenska fyritøkan Cambio hevur ment og rekur skipanina.

Í síðstu viku segði Cambio sáttmálan upp við sjúkrahúsverkið. Uppsagnarfreistin er tvey ár.

- Ein rættiliga stór uppgáva er fyri framman, sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum.

Heilsumálaráðið skal standa fyri arbeiðnum at fáa nýggja skipan til vega.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Steinar Eirikstoft er forstjóri í sjúkrahúsverkinum.
 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373