Tingmaður fingið koronu

08.10.2021 - 14:35
InnlendisHeilsa
Tingmaður fingið koronu
Hóast koronusmittan er staðfest í tinginum, er smittuvandin lítil, sigur stjórin í løgtinginum
Fyrsti koronutilburðurin er staðfestur í løgtinginum.

Strangar reglur fyri tingfólk, starvsfólk og vitjandi hava seinastu mánaðirnar tryggjað, at koronusmittan ikki hevur órógvað løgtingsarbeiðið.

Men mikumorgunin varð tann fyrsti tilburðurin staðfestur í tinginum, tá Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin, fekk staðfest koronu.

Jonhard Klettheyggj, løgtingsstjóri, sigur, at smittuvandin er lítil, tí tað er avmarkað, hvussu nógv fólk høvdu tætt samband við tingmannin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 

Brandur Sandoy, løgtingsmaður, hevur fingið staðfest koronu.

Jonhard Klettheyggj er stjóri á løgtingsskrivstovuni.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Bolero - Frantz Schubert
174280
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta í Fuglafjarðar kirkju.
174276
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178