Verjin ikki nøgdur við dómin

18.06.2021 - 10:26
Innlendis112
Verjin ikki nøgdur við dómin
Maðurin, sum fekk fimm ára fongsul, hevur skotið dómin inn fyri hægstarætt
Jógvan Páll Lassen hevur verið verji hjá manninum, sum nevningatingið dømdi fimm ára fongsul. Hann er ikki nøgdur við dómin.

Danski maðurin, sum í gjár varð dømdur fimm ára fongsulsrevsing í stóra rúsevnamálinum, gjørdi alt fyri eitt av at skjóta dómin inn fyri hægri rætt.

Og tað verður hægstirættur, sum skal taka endaligu avgerð um revsingina.

Maðurin varð funnin sekur í nevningatingi í fyrradagin, og tann avgerðin kann ikki kærast.

Jógvan Páll Lassen var verji hjá manninum, og hann er alt annað enn nøgdur við dómin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444