MÚ: Útróðurin verður stóri taparin

23.04.2021 - 09:28
InnlendisVinna
MÚ: Útróðurin verður stóri taparin
Meginfelag Útróðrarmanna mótmælir ætlanini at loyva trolbátum at trola eftir flatfiski inan fyri 12 fjórðingar
Tað fer at raka útróðurin meint, um trolbátar eisini sleppa at royna eftir flatfiski nnan fyri 12 fjórðingar, sigur Meginfelag Útróðrarmanna

- Vit verða stóru tapararnir.

Tað sigur Finnbjørn Vang, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna.

Meginfelagið mótmælir harðliga ætlanini hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, at broyta kunngerðina um trolveiðu, soleiðis at trolbátar, minni enn 120 bruttotons, sleppa at trola eftir flatfiski innan fyri 12 fjórðingar.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki, at trolbátar og línubátar fiska í sama øki.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Skálafossur er ein av trolbátunum, sum sambært kunngerðini hjá landsstýrismanninum sleppur at royna eftir flatfiski innan fyri 12 fjórðingar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444