Til ber ikki til at basa listeriu heilt

16.04.2021 - 18:53
InnlendisHeilsa
Til ber ikki til at basa listeriu heilt
Hóast null-hugsjón er markvirði sett á, sum ásetur, hvussu nógv listeriubakteria kann vera í matvørum
HFS - Malan Nicolinudóttir Mikkelsen, Jógvan Páll Fjalsbak og Bjørg Mikkelsen
Mynd: Leivur Thomsen  

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eftirlit við matvøruframleiðsluni í Føroyum. Finna tey listeriubakteriu á einum matvøruvirki, áleggja tey virkinum at fáa hetta í rættlag sum skjótast. Um tað skuldi borið á, at matur fongdur við listeriu er farin út í handlarnar og harvið til brúkararnar, lýsir HFS alment við hesum á heimasíðuni, umframt at tey fáa boðini út í miðlarnar. Boðini snúgva seg sum oftast um, at maturin antin skal burturbeinast ella latast aftur til handilin, har hann varð keyptur. Ásannandi, at tað er sera trupult heilt at sleppa undan listeriubakteriu í matvørum, hevur ES ásett reglur um, at markvirði skal setast á, hvussu nógv listeriubakteria kann vera í matvørum, soleiðis at hon ikki kann vaksa seg til nøgdir, sum kunnu elva til sjúku hjá fólki. Hesum reglum fylgir Heilsufrøðiliga Starvsstovan, tá hon kannar fyri listeriu. Hoyr longri prát við HFS um, hvussu teirra arbeiðsháttur er. Vikuskiftissendingin var á gátt hjá HFS og prátaði við Maluna Nicolinudóttir Mikkelsen, deildarleiðara í matvørudeildini, Bjørg Mikkelsen, sum arbeiðir við yvirvøku av matvørum og Jógvan Páll Fjalsbak, deildarleiðara av mikrobiologisku deildini hjá HFS. Innslagið er longra útgávan í mun til tað, sum varð sent í útvarpinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098