Fara fyrst at rudda upp

13.04.2021 - 14:03
InnlendisSamfelag
Fara fyrst at rudda upp
Drúgv tíð gongur, til greiði er fingin á, um tað ber til at bjarga Hellutanga
Hellutangi rak á land á Víkum fyri einari viku síðani
Mynd: Jens Jákup Hansen  

Í morgun hava fólk frá Vága Bjargingarfelag kannað, hvussu støðan er við fóðurflakanum, Hellutanga, sum sleit og rak á land á Víkum fyri góðari viku síðani.

Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord, sigur, at fremsta endamálið er at rudda upp.

Umleið ein rúmmetur av olju var í Hellutanga, tá hann rak á land.

Atli Gregersen væntar, at drúgv tíð gongur, til greitt er, um tað ber til at bjarga fóðurflakanum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV