Uppskot um tilfeingisgjald á veg í tingið

25.02.2021 - 13:28
InnlendisPolitikkur
Uppskot um tilfeingisgjald á veg í tingið
Skipanin byggir á upphæddirnar frá 2018, tá góðar 300 milliónir kr. komu í landskassan
Nýggja skipanin um tilfeingisgjald verður galdandi fyri trolararnar, sum fiska í Barentshavinum, og uppsjóvarskipini. Skipanin skal byggja á upphæddirnar, sum vóru galdandi í 2018

Ein nýggj skipan um tilfeingisgjald verður løgd fyri tingið fyrsta dagin.

Tað upplýsti Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í fiskivinnukjakinum í Klaksvík í gjárkvøldið.

Skipanin skal byggja á upphæddirnar frá 2018, tá góðar 300 milliónir krónur komu í landskassan.

Andstøðan sigur, at uppskotið eigur at verða broytt, so meira verður tikið í í tilfeingisgjaldi, tá prísurin er góður.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949