Skiparar vilja hava burtur av endurgjaldinum

19.01.2021 - 15:30
InnlendisSamfelag
Skiparar vilja hava burtur av endurgjaldinum
Northest Pelagic krevur 80 mió. kr. í endurgjaldi frá landinum, og FSN vil hava níggju milliónir burturav
Annfinnur Garðalíð er formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sum vil hava burtur av endurgaldinum, ið Nortwest Pelagic hevur kravt frá Fiskimálaráðnum

Skipara- og Navigatørfelagið krevur nú at fáa níggju milliónir krónur av teimum 80 milliónir krónunum, sum Northwest Pelagic krevur Fiskimálaráðið eftir endurgjaldi.

Hetta er sjálvandi treytað av, at Northwest Pelagci fær endurgjald.

Umframt tær 80 milliónir krónurnar, sum Northwest Pelagic krevur Fiskimálaráðið eftir í endurgjaldi, krevur felagið eisini 19.000 tons av uppsjóvarfiski, nógv tað mesta er svartkjaftur, hitt eru sild og makrelur.

Hetta er gjørt, tí felagið slapp ikki at bjóða á uppboðssølunum, sum vóru, sigur reiðarin Jógvan Martin Ferjá Joensen.

Mistu veiðiloyvið

Northwest Pelagic misti veiðiloyvið í desember í 2016, tí Fiskimálaráðið segði, at útlendski eigaraskapurin í skipi felagsins, Atlantsfarinum, var ov stórur.

Málið endaði í rættinum, sum gav Northwest Pelagic viðhald. Felagið fekk tí veiðiloyvið aftur í mars í 2020.

Men Northwest Pelagic hevur nú kravt endurgjald fyri mistan fiskiskap ta tíðina, felagið ikki hevði veiðiloyvi.

Fiskimálaráðið og Northwest Pelagic fara at fundast um endurgjaldskravið.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216