Góðan morgun Føroyar

Føroyski rossastovnurin framvegis hóttur
19-01-2021
Vit royna í fyrstu atløgu at koma upp á 100 føroysk ross, men tað er framvegis alt ov lítið, sigur Jóna Ólavsdóttir, forkvinna í Føroysk ross

Føroyska rossið, sum hevur verið í landinum í áleið 1000 ár, hevur eina ikki sørt dramatiska søgu.

Eitt tíðarskeið í 1960unum vóru bara fimm ross eftir. Fýra ryssir og ein greðingur.

Greðingurin, Jaspur, var í Vágum, og djóralæknin var komin á staðið at gelda.

Jaspur var niðurbundin, og læknin stóð við saksinum í hondini. Í síðstu løtu var Jaspur bjargaður, og hann er í dag ættfaðir at øllum føroysku rossunum.

Jóna Ólavsdóttir er forkvinna í felagnum Føroysk Ross.

Hon fegnast um, at tað eydnaðist at bjarga føroyska rossinum. Nú ræður um at tryggja stovnin.

Ein liður í hesum er at flyta út. Áhugi er uttanlands, men enn loyvir føroyska lóggávan hesum ikki.

Vit arbeiða støðugt fram ímóti, at tað skal fara at bera til, sigur forkvinnan.

Føroyska rossið hevur so nógvar góðar eginleikar, og fyri flestu føroyingar er tað ein natúrligur og týðandi liður í føroysku mentanini, sum vit mugu varðveita til okkara eftirkomarar, leggur Jóna Ólavsdóttir aftrat.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024