Seta nú tiltøk í verk at tálma rúsevnum

14.01.2021 - 13:32
InnlendisSamfelag
Seta nú tiltøk í verk at tálma rúsevnum
Landsstýrið hevur fingið uppskot frá einum arbeiðsbólki, sum varð settur í heyst
Rúsevni floyma inn í landið, men nú er ætlanin at seta fleiri tiltøk í verk, sigur løgmaður

Um nakrar vikur fer landsstýrið at boða frá, hvørji tiltøk verða sett í verk at tálma rúsevnum í Føroyum.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Landsstýrið hevur fingið uppskot frá einum arbeiðsbólki, sum varð settur í heyst.

Arbeiðsbólkurin sigur, at fyribyrgjandi tiltøk hava størstan týdning. Eftirlitið eigur at verða styrkt, og viðgerðartilboðini eiga eisini at verða betri.

Hoyr samrøðu við løgmann í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444