Ov dýrt at brúka Eysturoyartunnilin

02.12.2020 - 16:56
InnlendisPolitikkur
Ov dýrt at brúka Eysturoyartunnilin
Tunnilsgjaldið, sum Bygdaleiðir skulu rinda, etur alla sparingina, sum stytta koyritíðin gevur, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður
Gjaldið, sum Bygdaleiðir skulu gjalda fyri at koyra í Eysturoyartunlinum, skal niður, sigur landsstýrismaðurin í fíggjar- og samferðslumálum

Tað kostar alt ov nógv hjá Bygdaleiðum at koyra í Eysturoyartunlinum, og tunnilsgjaldið skal lækka.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjar- og samferðslumálum.

Tunnilsgjaldið fer at eta alla sparingina, sum stytta koyritíð gevur, og tískil verða pengar ikki til at røkja teir partar av landinum, sum missa busssambandið við Eysturoyartunlinum, eitt nú Sundalagið, sigur hann.

Jørgen Niclasen svaraði einum munnligum fyrispurningi um málið í tinginum í dag.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV