Góðan morgun Føroyar

Fimti hvør føroyingur ætlar at keypa el-bil
20-10-2020
Í kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri morgunsendingina svara gott og væl 21 prosent av teimum spurdu, at næsta bilakeyp verður ein el-bilur

Í dag eru bara 270 el-akfør á føroysku vegunum, men tað eru mong, sum ætla at keypa ein el-bil, staðfestir kanning, sum Góðan morgun Føroyar hevur fingið gjørt. 500 fólk vórðu spurd í kanningini.

Tá ið hugt verður at aldursbýtinum, so eru tað serliga tey í aldrinum 30 til 44 ár, sum ætla at keypa el-bil.

Verður sammett millum fólk í høvuðsstaðnum og restina av landinum, so eru tað tvífalt so nógv í Havn, sum ætla at keypa sær ein el-bil enn í restini av landinum. Í Havn siga sløk 32 prosent, at tey ætla at keypa ein el-bil. 15 prosent av teimum spurdu, sum búgva aðrastaðni í landinum, ætla at keypa ein el-bil.

Hoyr prát við Martin Andreas Kruse, sum hevur stóran áhuga og vitan um el-bilar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024