Allar verkætlanir hjá Bústøðum steðgaðar upp

04.03.2020 - 15:33
InnlendisPolitikkur
Allar verkætlanir hjá Bústøðum steðgaðar upp
Í dag eru 10 mánaðir, síðani bústaðarpakkin hjá undanfarna landsstýri varð settur á stand-by
Ongar heimildir eru at samráðast um nýggjar verkætlanir, har Bústaðir eru uppií
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Allar fyrireikingar til nýggjar byggiverkætlanir, sum Bústaðir hava verið partur av, eru steðgaðar upp.

- Vit kunnu ikki samráðast uttan at hava heimildir, sigur Andras Róin, stjóri.

Í dag eru 10 mánaðir, síðani bústaðarpakkin hjá undanfarna landsstýri varð settur á stand-by.

Frágreiðingin um bústaðarpolitisk átøk, sum lá á borðinum eftir síðsta fundin í arbeiðsbólkinum mánadagin, varð umrødd á landsstýrisfundi í gjár.

Men Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, við ábyrgd av bústaðarpolitikkinum, hevur onga viðmerking í dag.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV