Suðuroyartunnil: Ósemja um fíggingarleistin

23.01.2020 - 10:59
InnlendisPolitikkur
Suðuroyartunnil: Ósemja um fíggingarleistin
Rættarnevndin skal viðgera uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at stovna partafelag at gera tunnilin
Linjuføringin er ikki løgd enn, og tí er íløgan í Suðuroyartunnilin leysliga mett at verða millum tríggjar og 3,6 milliardir krónur.

Hóast breið politisk undirtøka er fyri at gera ein tunnil til Suðuroyar, so eru flokkarnir ójavnir á máli um fíggingarleistin.

Javnaðarflokkurin mælir til ein leist, har allir undirsjóvartunlar verða lagdir í eitt felag, sum eisini skal gjalda fyri Suðuroyartunnilin.

Kortanei, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjar- og tunnilsmálum.

Málið er farið i rættarnevndina til viðgerðar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860