Undan jólum og fyri jól

26.11.2019 - 12:09
Lívsstílur
Undan jólum og fyri jól
Fyrisetingarnar undan, fyri, innan og áðrenn líkjast í merking, men tær hava kortini ymiska merking

Tað eru fýra orð, sum líkjast í merking og ofta verða nýtt hvørt um annað.

Orðini eru undan, fyri, innan og áðrenn. Men tey hava kortini ymiska merking.

Undan
Undan tekur hvørjumfall: 'Undan jólum hongur jólapynt allastaðni. Og jólini koma ár undan ári.'

Fyri
Fyri tekur hvønnfall, tá ið talan er um tíð: 'Vónandi verða jólagávurnar lidnar fyri jól. Nú á døgum verða jólaborðhaldini ofta hildin í góðari tíð fyri jól.'

Innan
Innan tekur hvønnfall, tá ið talan er um tíð: 'Tú mást svara innan tríggjar vikur, um tú kemur higar at halda jól.'

Áðrenn
Áðrenn var fyrr einans sambindingarorð: 'Tú mást siga frá, áðrenn tú kemur. Vit mugu keypa tilfarið, áðrenn vit kunnu fara undir arbeiðið.'

Men áðrenn er nú eisini vorðið ein fyriseting, sum tekur hvønnfall og verður brúkt í staðin fyri undan og fyri:

'Áðrenn jól hava øll úr at gera, og jólagávur, sum ikki verða lidnar áðrenn jól, verða jólatrøll!'

Her kundu vit eisini sagt: 'Undan jólum hava øll úr at gera, og jólagávur, sum ikki verða lidnar fyri jól, verða jólatrøll!'

- Tað er ikki skeivt at siga áðrenn í øllum hesum dømunum, men vit varðveita eitt fjølbroyttari mál við eisini at nýta fyrisetingarnar undan, fyri og innan, sigur Elin Henriksen, málkøn.

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

10.03.22
136736
06.09.21
128226
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444