Ongin skal bestemma, hvat eg skal!

22.03.2019 - 19:41
Lívsstílur
Ongin skal bestemma, hvat eg skal!
Tey, sum vilja syngja morgunsang, skulu sleppa tað - men tey, sum vilja pilka nøs og filosofera, skulu eisini sleppa tað
Terji Rasmussen, sangari og sangskrivari
Mynd: Leivur Thomsen  

So avgjørdur er Terji Rasmussen, sangari, um lógaruppskotini hjá Honnu Jensen og Jógvani á Lakjuni um at gera morgunsang til lógarkrav í fólkaskúlanum. Terji heldur ikki, man eigur at lóggeva í smálutir sum í hesum førinum, tí tað ger lógina trupla at umsita. - Lat tað heldur vera upp til fría viljan, sigur Terji, sum sjálvur gekk í skúlanum á Frælsinum í Havn, har hann hevði ringar upplivingar við morgunsangi. - Tað segði mær onki, sigur Terji, tí at læra um ringa samvitsku, týskar klumpar og franska sós er tað
reina fjas, heldur hann. Fleiri av sangunum hjá Terja eru vorðnir fólkaogn, harímillum sangurin Ljóðmynd. Spurdur um, hvørt tann sangurin hóskar seg til morgunsang, sigur Terji, at tað er trupult, um sangurin ikki skal hava fylgispæl, tí hann hevur so langar pausur. - Annars eru reyðu baklyktirnar ikki á vegnum, tær eru á bilunum, leggur Terji heldur speisamur afturat

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098