Manningarfeløg: Gloym alt tos um færri fiskidagar

bannari
09.12.2018 - 15:29
InnlendisPolitikkur
Manningarfeløg: Gloym alt tos um færri fiskidagar
Fiskimannafelagið og Skipara- & Navigatørfelagið eru harðliga ímóti ætlanini hjá landssýrinum at skerja fiskidagarnar 10 prosent á nýggjárinum
Fiskidagaskipanin skal halda fram, eisini í 2019, men enn eru fiskidagarnir ikki ásettir.

Manningarfeløgini, umboð fyri ymsu skipabólkarnar, Reiðarafelagið og Havstovan eru boðsend á fund í Fiskimálaráðnum í morgin.
 
Á dagsskránni er uppskot um at skerja fiskidagarnar næsta ár við 10 prosentum. Uppleggið er at meta sum ein roynd at finna semju millum partarnar, eftir at Havstovan um dagarnar hevur mælt landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til at skerja fiskidagarnar munandi meira. Havstovan mælir til at strika allar óbrúktar fiskidagar og skerja írestandi dagar við 30 prosentum.
 
12.november boðaði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, frá, at hann hevði tikið avgerð um at halda fram við fiskidøgum í eitt ár afturat. Sambært lógini um sjófeingi skuldu trolarar í bólki-2 og línuskipini í bólki-3 annars fara frá verandi fiskidagaskipan til eina kvotuskipan á nýggjárinum. Landsstýrismaðurin hevur tó enn ikki ásett talið av fiskidøgum fyri kalendaraárið 2019.
 
Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, hevur alment boðað frá, at løgtingið fer í jólafrí 14. desember - tað er fríggjadagin. Tí hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum nú skund.
 
Bæði Fiskimannafelagið og Skipara- & Navigatørfelagið mæla til at áseta sama fiskidaga-tal næsta ár, sum í ár. Jan Højgaard og Annfinnur Garðalíð geva somuleiðis greitt til kennar, at teir teir helst vilja varðveita fiskidagaskipanina, eisini eftir 2019.
 
Hoyr samrøðu við Jan Højgaard og Annfinn Garðalíð við at trýsta á pílin undir myndini.
 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012