Kommunurnar gjalda gildið

10.04.2018 - 09:00
InnlendisPolitikkur
Kommunurnar gjalda gildið
Tað segði Dennis Holm, formaðurin í Føroya Kommunufelag á aðalfundinum hjá felagnum, nú fyritíðarpensjónistar fáa fleiri pengar

Tað er lætt hjá landsstýris- og løgtingsfólkum at breggja sær av, at fyritíðarpensjónistar hava fingið fleiri pengar, tá kommunurnar standa við endan og skulu gjalda gildið.

Tað segði Dennis Holm, formaður í Føroya Kommunufelag, á aðalfundinum hjá felagnum fríggjadagin. Hann vísti í formansrøðuni á, at landið fær 9,4 milliónir krónur burtur úr broytingini, men kommunurnar mugu gjalda 25,3 milliónir krónur.

Orsøkin til tað er, at samstundis sum fyritíðarpensjónin hækkaði við 1.000 kr um mánaðin, varð grundarupphæddin gjørd skattafrí.

Fyritíðarpensjónistar fáa eisini eina viðbót, og ta viðbótina lækkaði landið við 21,9 milliónum krónum. Tí eru tað bara kommunurnar, sum rinda fyri broytingina.

Løgmaður lovaði kommununum, at tær skuldu haldast skaðaleysar av broytingini, tí tær skuldu fáa pengarnar aftur, tá uppskotið um veiðigjaldið varð samtykt.

Men uppskotið um veiðigjaldið er framvegis í Vinnunevndini, og nú verður tosað um, at tað er eingin trupulleiki, um uppskotið ikki verður samtykt í ár.

Mannagongdin er ikki nøktandi, sigur Dennis Holm, formaður í Kommunufelagnum.

Hoyr samrøðu við Dennis Holm omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537