Radarin: Føroyska bíbliubeltið

15.02.2018 - 14:40
LívsstílurÁtrúnaður
Radarin: Føroyska bíbliubeltið
Kanning staðfestir, at átrúnaður spælir nógv størri leiklut fyri norðoyingar og eysturoyingar sum heild, enn fyri fólk aðrastaðni í landinum.

Amerikanarar hava sítt bíbliubelti og vit føroyingar hava eisini okkara. Sjálvandi er hetta heitið óformligt, men talan er um greitt definerað landaøki, har sosialt konservativur kristindómur spælir stóran leiklut, bæði í samfelagi og í politikki.

Hóskvøldið tann 15. februar verður nýggja sendingin um átrúnað í Føroyum send í sjónvarpinum. Afturat meginsøguni, sum verður søgd úr mongum ymsum sjónarhornum, so hevur Heini í Skorini eisini fingið stóra spurnarkanning um átrúnað gjørda.

Ein spurnarkanning sum m.a. staðfestir tað, mong hava vitað frammanundan, at sum heild eru fólk í Eysturoynni og í Norðoyggjum meira trúgvandi enn í miðøkinum, og at hesin landafrøðiligi munurin er gjøgnumgangandi í øllum spurningunum, sum settir verða.

Radarin hevur roynt at fingið hendur á hesi kanningini, men tað hevur bara eydnast okkum at fáa ein lítlan part av henni. Heini í Skorini og Hans Petur Hansen vilja ikki hava alt fortalt, áðrenn sendirøðin verður send.

Hoyr tann partin av Radarinum, sum viðger føroyska bíblubeltið, omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. mai
Morgunlestur hósdagur 2. mai 2024
174292
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418