Mangla hagtøl um seyð í Føroyum

15.02.2018 - 16:13
InnlendisSamfelag
Mangla hagtøl um seyð í Føroyum
Tað heldur Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur og seyðaáhugaður, og hetta er samstundis ein trupulleiki, tá kjakast verður um áseyðatalið í Føroyum

Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum og seyðaáhugaður, sigur, at tað er torført at skera yvir ein kamb í kjakinum um áseyðatalið í Føroyum.

Tað saknast fleiri hagtøl um hvussu nógvur seyður er í Føroyum, og hvussu hann í veruleikanum hevur tað.

Ei heldur vita vit, hvussu nógvur seyður verður flettur um árið, og hvør miðalvektin á lombunum er.  Tað eigur eisini at fáast upp í kjakið, at tað eru fleiri viðurskiftir, ið gera seg galdandi í mun til økini í landinum.

Hægst áseyðatal í Suðuroy, Sandoy og Eysturoy

Umhvørvisstovan hevur eitt kort, ið vísir hvussu stórt áseyðatalið er í teim ymsu pørtunum í landinum. Kortið vísir, at talið er hægst í Suðuroynni, Sandoynni og í pørtum av Eysturoynni.

Talið er lægri í Vágum, Streymoynni og í Norðoyggjum. Kortið er uppgjørt í áseyðatali fyri hvønn ferkilometur og áseyðatali fyri hvørja mørk. Eyðfinn Magnussen sigur, at tá onkur økir hava eitt lægri áseyðatal enn onnur, so kann lendið spæla ein stóran leiklut.

Høgt áseyðatal ein trupulleiki fyri hagan

Eyðfinn Magnussen sigur, at tað ein kendur trupulleiki, at tað gongur útyvir bitið í haganum, um áseyðatalið er høgt.

Um grasið fekk frið, so vaksa tað betur og gav meira frá sær. Tað er tó ikki staðfest, um tað hjálpir at lækka áseyðatalið, og møguliga kundi trupulleikin verið loystur við at royna eina skipan við skiftisbeiti í haganum, heldur hann. 

Hoyr innslagið við Eyðfinn Magnussen, lívfrøðing, í brotinum omanfyri. 
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283