Størri smittuvandi í seyðahúsi

14.02.2018 - 11:17
InnlendisSamfelag
Størri smittuvandi í seyðahúsi
At hava nógvan seyð undir sama taki, kann hava størri smittuvanda við sær, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni

Orðaskiftið hevur seinastu dagarnar verið, um tað er ráðiligt at fáa føroyska seyðin undir tak um veturin.

Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur, hevur víst á, at tað gongur út yvir trygd og heilsu hjá bæði seyði og haga, at seyðurin gongur úti um veturin.

Men fleiri bóndur hava víst á, at seyðurin er eitt útidjór. Eitt nú, Siggert Patursson í Degi og Viku í gjárskvøldið.

Smittuvandin størri undir taki

Birna Mørkøre, landsdjóralækni, ivast í, um tað er besta loysnin at fáa allan seyð undir tak, tí hetta kann økja um smittuvanda.

Møguliga er besta loysnin ein millumloysn, eitt nú við fleiri bólum í haganum.

Hetta gevur seyðunum betri møguleika at fáa lívd, men tekur eisini hædd fyri, at seyðurin fyrst og fremst er eitt útidjór, sigur Birna Mørkøre

Hoyr innslagið omanfyri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. mai
Góðan morgun Føroyar 21.05.24
175349
Týsdag 21. mai
Norðurljóð 20. mai 2024
175334
Týsdag 21. mai
Morgunlestur týsdagur 21. mai 2024
175324
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066
Mánadag 20. mai
Hvítusunna: Derhard Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297