Rættarmál fyri hálva milliard

bannari
17.01.2018 - 18:23
InnlendisPengar
Rættarmál fyri hálva milliard
Higartil hava rættarmálini hjá Fíggjarligum Støðufesti kostað felagnum umleið eina hálva milliard krónur. Fíggjarliga óskynsamt, sigur advokatur

Tað er ikki í tráð við reglur og endamál hjá Fíggjarligum Støðufesti at brúka so nógvar pengar til rættarmál móti bankaleiðslum. Tað sigur Anne Buhl Bjelke, advokatur hjá einum av teimum fimm stevndu í rættarmálinum móti Eik, sum byrjaði í Føroya Rætti mánadagin.

Eftir hennara tykki standa útlitini at fáa endurgjald ikki mát við útreiðslurnar, sum standast av rættarmálunum. Tey stevndu hava ongan møguleika at gjalda eitt møguligt endurgjald.

Stjórin í Fíggjarligum Støðufesti metir seg hava góðar vónir at vinna í Føroya Rætti.

Rættarmálini verða førd fyri at staðfesta galdandi rætt á økinum, og tí hetta onkunsvegna var eitt breitt krav eftir fíggjarkreppuna, siga tíðindamenninir, Jan Lamhauge og Thomas Svaneborg.

Umleið 140 vitni skulu avhoyrast.

Rættarmálið um Eik er tað mest umfatandi hjá Føroya Rætti nakrantíð. Talan er um túsundtals skjøl, og rættarmálið fer væntandi at taka umleið hálvt-annað ár, sigur Henrik Møller, sorinskrivari, sum skal døma í málinum.

Hoyr Radaran, sum hesaferð setir fokus á Eik-rættarmálið.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537