Almannaverkið biðja løgregluna um ráð

13.05.2017 - 12:49
Innlendis
Almannaverkið biðja løgregluna um ráð
Almannaverkið fer at leita sær ráð hjá løgreglu, Kriminalforsorg og Bústøðum um, hvussu bústaðir til ung við trupulleikum skulu skipast
Eitt ógvusligt harðskapsmál fær nú stjóran á Almannaverkinum, Edvard Heen, at leita sær ráð frá m.a. løgregluni
Mynd: savn  

Almannaverkið fer mánadagin at seg saman við Kriminalforsorgini, løgregluni og Bústøðum at finna eina loysn uppá, hvussu bústaðir til sálarliga veik ung skulu skipast.
Tað sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, eftir at tað er komið fram, at harðskapsmálið seinasta vikuskifti, har ein maður varð álopin við øks og goggara, byrjaði í einum vardum bústaði hjá Almannaverkinum.
Maðurin bløddi illa, tá hann varð funnin, og tveir mans sita nú í varðhaldi, skuldsettir fyri drápsroynd.
Í vikuskiftis-Sosialinum stendur, at hendingin var úrslit av, at fleiri vóru komin til ilnar í einum balli í einum vardum bústaði hjá Almannaverkinum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431