Yvirskot á fíggjarlógini í 2016

28.03.2015 - 13:16
InnlendisPolitikkur
Yvirskot á fíggjarlógini í 2016
Framløgan av fíggjarkørmunum, sum Jørgin Niclasen, landsstýrismaður legði fram fyrrapartin, bar ikki sørt brá av at løgtingsval verður í ár

Hann vísti á, at tá samgongan tók við, var stórt hall á fíggjarlógini, og samgongan setti sær fyri, at hallið skuldi vera burtur í seinasta lagi í 2016.

Tað hevur hildið, segði hann, og vísti á, at nú búgva 440 fólk fleiri í Føroyum, og 1700 fleiri eru arbeiði.

Arbeiðsloysið sum var 7 prosent, er lækkað niður í 3,2 prosent.

Fleiri eru í útbúgving, og arbeitt verður nýskipanum á skúlaøkinum.

Landsstýrið kanar eisini, hvussu tænastur kunnu útveitast, og arbeitt verður við at talgilda samfelagið, sum skal hava stórar sparingar við sær.

Hóast málið er at hava avlop á fíggjarlógini næsta ár, so er ikki ætlanin at hækka skattin, segði Jørgin Niclasen.

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

  •  
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444