Vilja hava eldrabústaðir undir einum

15.01.2014 - 13:13
InnlendisPolitikkur
Vilja hava eldrabústaðir undir einum
Gjaldið skal ásetast eftir íløguni, sum kommunurnar hava gjørt. Kommunur í syðru helvt av Suðuroynni hava gjørt viðmerkingar til ætlanina

Vágs-, Sumbiar-, Porkeris- og Hovs kommunur vilja hava, at allir eldrabústaðir í Suðuroynni verða savnaðir undir einum - í eitt eigarafelag, sum allar kommunurnar skulu eiga í felag

Í hoyringarskrivi til Almannaráðið í sambandi við umskipanina á eldraøkinum mæla teir fýra borgarstjórarnir til at gera eitt eigarafelag, sum kann eita Eldrabústaðir í Suðuroy, og at felagið skal fáa inntøkur frá øllum kommunum, sum hvør í sínum lagi rinda fyri talið á búplássum, sum tær brúka.

Hoyr samrøðu við Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431