Føroyingar millum tyngstu í heiminum

Føroyingar millum tyngstu í heiminum
Einans í Rumenia, USA og Kili, viga lutfalsliga fleiri fólk ov nógv
22.04.2024 - 19:25

Tveir av trimum føroyingum viga ov nógv. Tað vísa tøl, sum Fólkaheilsustýrið almannakunngjørdi í dag. Gongdin er hin sama um allan heim, og alt fleiri fólk viga ov nógv. Vit liggja tó ovarlaga, á fjórða plássi.
Í okkara parti av heiminum teljast vit sostatt millum tey londini, har lutfalsliga flest fólk viga ov nógv. 

Marjus Dam, hevur tey góðu 30 árini hann hevur starvast sum kommunulækni sæð hvussu fólk, ið koma til viðtalu hjá honum gerast alsamt tyngri. Hetta má takast í álvara nú, sigur hann.

Hvussu hevur tú tað, kallaðist fólkaheilsukanning, sum varð gjørd seinasta heyst og sum hevði hevði til endamáls at greina heilsustøðuna hjá vaksnum fólkum í Føroyum. 
8.000 føroyingar millum 18 og 85 ár úr øllum Føroyum vórðu tilvildarliga vald út og stívliga 5.104 fólk svaraðu.
Talan er sostatt um størstu fólkaheilsukanning, sum er gjørd í Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Fríggjadag 3. mai
«Alt mítt er títt, og títt er mítt»
174541
Fríggjadag 3. mai
Morgunlestur fríggjadagur 3. mai 2024
174293
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444