Lønargjógvin breiðkast

Lønargjógvin breiðkast
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hartar politisku skipanina fyri einki at gera við lønargjónna. Vit tóku stríðið, og onnur fingu ágóðan, sigur Óluva í Gong.
15.03.2024 - 19:26

Eftir eitt hart verkfall í góðar seks vikur skrivaðu Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum undir nýggjan sáttmála, 14. november í fjør. Semjan gav lønarhækkan á 3,8% fyrsta árið, 4,04% annað árið og 2,15% triðja árið, sum byrjar 1.januar 2025. 

Síðani gekk skjótt - eitt fyri og annað eftir skrivaðu hini fakfeløgini undir nýggjar sáttmálar við Fíggjarmálaráðið. Men tað er munur á, hvat ymsu feløgini fáa burturúr. Sjúkrarøktarfrøðingarnir fingu sum nevnt 2,15% oman á lønina 3. árið. Men onnur feløg fingu 4,75%. 

Endalønin hjá einum sjúkrarøktarfrøðingi hækkar 3786 kr/mdr í sáttmálatíðarskeiðnum. Endalønin hjá einum lærara í fólkaskúlanum hækkar 4896 kr/mdr. Í BLF-sáttmálanum hækkar endalønin hjá einum fulltrúa við 4 ára útbúgving 5860 kr/mdr. Og Tænastumannafelagið fær somu lønarhækkan. Tað merkir eittnú, at lønin hjá einum landsstýrisfólki hækkar góðar 10.000 kr/mdr í sáttmálatíðarskeiðnum

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, var gestur í sjónvarpsstovuni.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andaktin
175305
Mánadag 20. mai
Andaktin
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269