Feskur víkingur í landsliðshópinum

Feskur víkingur í landsliðshópinum
- Eg ætli at vísa meg fram og bíta meg fastan. Tað sigur Arnbjørn Svensson úr Víkingi, sum varð tikin út til A-landsliðið fyri fyrstu ferð
11.03.2024 - 19:15

Eitt spildurnýtt navn var á listanum hjá Håkani Ericson mánadagin.

Arnbjørn Svensson úr Víkingi var nevniliga tikin út til A-landsliðshópin, sum skal royna seg í venjingardystum ímóti Liktinstein og Danmark seinni í mars.

 - Tað er heilt fantastiskt. Eg eri bilsin, øgiliga glaður og errin, og tað er nakað, sum allir fótbóltsspælarar í Føroyum droyma um, segði Arnbjørn Svensson.

Farna kappingarár spældi Arbjørn Svensson mest í miðverjuni í Sarpugerði, har hann avloysti Gunnar Vatnhamar undir liðini á Atla Gregersen.

Landsliðsvenjarin ætlar kortini at brúka hann á miðvøllinum, har víkingurin eisini hevur spælt.

 - Eg haldi, at hann hevur góðan bóltførleika. Hava hava sum kunnugt ikki Jákup Andreasen við hesa ferð, sum er ein bóltsterkur seksari, og eg haldi, at Arnbjørn hevur eginleikar, sum gera, at hann kann spæla í tí plássinum, segði Håkan Ericson.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Uttanduraguðstænasta, Ovari vøllur
175310
Mánadag 20. mai
Andaktin
175305
Mánadag 20. mai
Andaktin
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283