Óljóð kann raka fleiri fólk

Óljóð kann raka fleiri fólk
Fólk í Ánunum eru eitt sindur stúrin fyri framtíðini, nú Norðhavnin verður longd 300 metrar, og kanska fleiri fólk verða rakt av óljóði
01.03.2024 - 19:20

Sylvia Thomsen í Ánunum sigur, at tað hevur loyst seg at gera vart við seg, tá ið larmur hevur verið av skipum ella virksemi á kaiøkinum.

Í januar fekk Klaksvíkar kommuna átalu frá Løgtingssins umboðsmanni í sambandi við handfaring av klagum um larm í Ánunum. Mannagongdirnar vóru ikki í lagi, og kommunan kundi ikki skjalprógva, at klagari hevði fingið greiða afturboðan.

Borgarstjórin lovar, at nú verða mannagongdir fylgdar, um klagur koma um larm.

Klaksvíkar kommuna byggir nú Norðhavnina út 300 metrar norðureftir. Tað er grótið frá tunlunum Norður um fjall, sum verður brúkt til útfylling.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Mánadag 29. apríl
Fer ein nýggjur venjari at bjarga KÍ
174334
Mánadag 29. apríl
Verið góð við móðurmálið
174325
Mánadag 29. apríl
Góðan morgun Føroyar
174316
Mánadag 29. apríl
Morgunlestur mánadagur 29. apríl 2024
174289
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178