Upp á hvønn fjallatind uttan avmarkingar

Upp á hvønn fjallatind uttan avmarkingar
- Vit taka í tí stóra og heila undir við uppskotinum um gongd í haga, men har mugu eisini nakrar tillagingar gerast, sum tryggja, at vit sleppa upp á allar fjallatindar
13.02.2024 - 19:25

Soleiðis sigur Rúna Hjelm, forkvinna í Hagafelagnum.

Eitt av tí, sum Hagafelagið fegnast um, er, at gjaldsportur nú fara í søguna.

Hon sigur, at tað verður trupult at fáa eina lóg, sum øll kunnu taka undir við, men hon ásannar, at Hagafelagið hevur fingið nógv av teirra ynskjum við.

Rúna Hjelm sigur, at tað skal orðast greiðari í lógini, at náttúrufriðingarlógin skal takast við, tá ið sagt verður, at náttúran skal verjast.

Hon vil eisini hava onkra tillaging afturat, tá ið kommunur saman við møguligari staðbundnari nevnd og ognarum og festarum skulu skipa staðbundnu ferðavinnuna. 


Landsstýrismaðurin kring landið við uppskotinum

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fer nú á vitjan kring landið við uppskotinum.

Átta fundir eru lagdir til rættis.

Byrjað verður í kvøld á Giljanesi, og hildið verður á til mikudagin í næstu viku, tá ið fundur verður í Klaksvík.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216